Thursday, September 25, 2008

Landsbankin á Jobmatch



Landsbanki Føroya verður við á Jobmatch á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 26. og 27. september. Endamálið er at fáa lærdar føroyingar at venda aftur til Føroya.

Landsbanki Føroya hevur seinastu árini havt ógvuliga góðar royndir av at nýta lesandi í arbeiðinum, vísir stjórin á. Fyrst og fremst hava hesi verið nýtt til ymsar smærri uppgávur, sum annars høvdu tyngt arbeiðsbyrðuna hjá verandi starvsfólkum munandi. Ein annar fyrimunur er, at tað gevur eitt samband báðar vegir millum lestrarumhvørvið og arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Landsbanki Føroya luttekur á Jobmatch 26. og 27. september á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

- Uppgávurnar hjá okkum krevja nógva servitan, og vit hava tískil nógv væl útbúgvin fólk. Vit krevja nógv av fólki, men vit kunna eisini læta nógv afturfyri, sigur Sigurd Poulsen, stjóri fyri Landsbanka Føroya.

Les meira...

Wednesday, June 04, 2008

Møguligar bløðrur í bústaðarprísum

Ein boðskapur í seinastu búskaparmetingini frá Landsbankanum var, at samlaða óvissan um gongdina í búskapinum komandi tvey til trý árini er størri enn vanligt. Hetta er galdandi fyri búskapargongdina í Føroyum og úti í heimi.

Størsta orsøkin til óvissuna eru rembingar á altjóða fíggjarmarknaðunum, serliga sokallaða lánkreppan í USA, ið tók seg upp á sumri 2007 eftir at fleiri lánveitarar í USA staðfestu stór tap av sethúsalánum til lánarar við minni góðum lánføri, t.e. av sokallaðum “subprime” lánum. Tapini hava ført til, at fleiri av lánveitarunum eru farnir á húsagang. Ein háttur at skilja lánkreppuna í USA – og rembingarnar á altjóða fíggjarmarknaðunum í heila tikið – er at síggja hendingarnar sum eitt úrslit av einum longri tíðarskeiði, har íleggjarar hava verið meira váðafýsnir enn vanligt.

Les meira...

Monday, May 26, 2008

Minni búskaparvøkstur komandi árini

Búskaparfrágreiðingar um komandi gongdina í alheimsbúskapinum, sum hava verið almannakunngjørdar í vár, t.d. Økonomisk Perspektiv (Apríl 2008), sum Nordea gevur út, og World Economic Outlook (Apr. 08), sum IMF gevur út, kunnu ikki kallast stuttleikalesnaður.

Roknað verður sum heild við minkandi búskaparligum vøkstri í 2008 og útlit eru eisini til, at hesin minni vøksturin fer at standa við komandi árini.

Les meira...

Labels: , , , , , , ,

Monday, May 19, 2008

Herd kapping á lánimarknaðum síðan miðskeiðis í 1980'unum og ávirkanir á búskapin


Seinastu 30 árini eru týðandi broytingar farnar fram á lánimarknaðunum í vesturheiminum. Fram til 1980’ini var kappingin á lánimarknaðunum avmarkað, við tað at almennir húsalánsgrunnar, almenn byggifeløg og sparikassar vóru høvuðsveitarar av sethúsalánum og ráðandi á marknaðunum. Eftir at ymsar lógarásetingar um veiting av sethúsalánum vórðu avtiknar fyrru helvt av 1980’unum í flestu londunum í vesturheiminum, herdist kappingin á lánimarknaðunum støðugt. T.d. var vanligt við ásetingum um hægstamark á rentu, gildistíð á lánum (afturgjaldstíð), endurfígging av lánum, krøv til eginfígging eins og møguleikarnir hjá fíggingarstovnum at hava trygd í frívirðinum vóru avmarkaðir. Bankar og aðrir fíggingarstovnar, sum vanliga ikki veittu slíka fígging fóru at veita bústaðarlán, og atgongdin til fígging av bústaðum í breiðari merking er við hesum bøtt munandi síðani tíðliga í 1980’unum. Eitt tekin um betri atgongd til fígging av bústaðum er, at samlaða nøgdin av útistandandi bústaðarlánum sum partur av BTÚ er vaksin sera nógv seinastu umleið 25 árini (sí mynd).

Les meira...

Thursday, April 17, 2008

Realir bústaðarprísir í Føroyum og aðrastaðni

Realir bústaðarprísir kring heimin eru vaksnir sera nógv seinastu tíggju árini. Hetta hevur eisini verið galdandi í Føroyum. Um gongdina í Føroyum kann sigast, at seinastu tíggju árini hevur vøksturin verið líkur vøkstrinum aðrastaðni, men verður hugt at tíðarskeiðnum 1985-2007, sæst at prísirnir enn ikki eru komnir á støðið, sum teir vóru á seinast í 1980’unum.

Les meira...

Monday, April 07, 2008

Kreditt-fíggjaður búskaparvøkstur hasar av

Meting landsbankans fyri 2008 vísir ein nominellan vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni á 4,7% . Hetta merkir, at búskaparligi vøksturin í 2008 væntandi hasar av í mun til vøksturin í 2006 og 2007.

Búskaparliga framgongdin seinastu 2-3 árini skyldast einamest vøkstur í innlendskum eftirspurningi. Betri fíggingarmøguleikar á fíggjarmarknaðinum og skattalætti til húsarhaldini hava stimbrað nýtslu og íløgur. Hetta hevur serstakliga ávirkað virksemið í tænastu- og byggivinnuni. Landið og kommunurnar hava økt tænasturnar lutfalsliga nógv. Ávísar bygnaðarligar broytingar í pørtum av vinnulívinum hava harumframt virkað fyri meira dynamikki. Størsta ávirkanin á uppgongdina seinastu 2 árini hevur verið størri nýtsla og íløgur hjá húsarhaldunum.

Les meira...

Tuesday, April 01, 2008

Faroe Islands credit rating from Moody's Investor Service

Moody’s Investor Service has 4th March 2008 assigned the credit rating Aa2 to the Faroese government with stable outlook.

Press release, Credit Opinion and Credit Analysis Report can be downloaded as PDFs from Landsbanki Føroya.

Labels: , , , , , , , , , ,

Næstan millum tey allarbestu

kuldarrating hjá Føroyum telist millum tær bestu í heiminum, men tað er langt, hóast stutt, til bestu ratingina

Føroyar fingu fyrr í mánaðinum úrslitið av skuldarratingini, ið bólkaði Føroyar í tí betra endanum av stiganum. Moody’s, sum er annar av tveimum stórum rating feløgunum í heiminum, hevur givið Føroyum tí triðbestu skuldarratingina.

Les meira...

Labels: , , , , , ,