Monday, January 22, 2007

Sterkur føroyskur búskapur tørvar ábøtir

Landsbankans meting av bruttotjóðarúrtøkuni fyri 2007 vísir ein nominellan vøkstur á uml. 5%, meðan metingin fyri vøksturin í 2006 vísir uml. 10% nominelt.

Í metingini verður staðfest, at hóast greið tekin eru um, at føroyski búskapurin er sterkur og týðandi bygnaðarlig viðurskifti eru í menning, so var vøksturin í 2006 í stóran mun grundaður á ávirkanir, sum neyvan halda við inn í 2007. Og tørvur er á betri búskaparligari stýring og tillagingum á arbeiðsmarknaðinum.

Les meira...