Tuesday, February 27, 2007

Sleppast kann ikki undan arbeiðsloysi

Ein staðfesting av, at ikki kann sleppast undan bráðfeingis arbeiðsloysi, gav Edmund Phelps Nobel virðislønina í búskapi í fjør.

Nógv virdi bretski búskaparfrøðingurin J. M. Keynes megnaði ikki í stóra arbeiði sínum í 1930-árunum at greina, hví eitt fall í heildareftirspurninginum hevði við sær økt arbeiðsloysi og ikki straks lægri lønir og prísir.

M.a. hetta setti Edmund Phelps sær fyri at fáa greiðu á í sínari gransking. Hann fann út av, at um tað ikki altíð var eitt sindur av arbeiðsloysi, vildu fyritøkurnar verið noyddar bjóða uppímóti hvørjum øðrum, soleiðis at tað ikki bar til at fáa nakran burðardyggan rakstur. Hann nýtti mikro búskaparlig ástøði til at greiða nærri frá, hvussu týdningarmiklir partar av einum búskapi virka og hava ávirkan á hvønn annan.

Philllips rásin er ein víðagitin og ógvuliga nógv nýtt mynd av sambandinum millum arbeiðsloysi og inflatión, og ástøði handan hesa er, at jú lægri arbeiðsloysið, tess hægri verður inflatiónin. Hetta varð serliga víst við søguligum tølum frá amerikanska og bretska búskapinum. Edmund Phelps hevur verið ein av teimum, sum hevur gingið undan at greiða frá samanhanginum handan Phillips rásina. Hann setti fram ástøðið NAIRU, sum greinar, hvussu arbeiðsloysið, og vánirnar um inflatión ávirka prísvøksturin.

Edmund Phelps var eisini maðurin handan ”Golden rule savings rate”, ið ásetir, hvat er besta býtið millum uppsparing og nýtslu í einum búskapi. Hann metti seg kunna vísa, at uppsparingin hjá einum ættarliði er ávirkað av tí farandi ættarliðnum, og ávirkanin heldur fram á komandi ættarlið. Í bókini Golden Rules of Economic Growth vísir hann á fleiri vegleiðandi reglar fyri búskaparligum vøkstri, sum enn í dag verða nógv nýttar.

Edmund Phelps varð føddur í Chicago í 1933. Hann hevur útbúgving innan búskap frá Amherst og Yale University. Ein av grundgevingunum hjá Nobel-nevndini fyri at lata Edmund Phelps ”Sveriges Riksbanks pris i ekonomisk vetenskap till Alfred Nobels minne” var, at hann í roynd og veru hevur broytt grundleggjandi búskaparpolitikkin í stórum pørtum av heiminum.



Les meira...

Thursday, February 01, 2007

Øktir húsaprísir stimbra búskapin

Í seinastu búskaparmeting landsbankans, ið varð almannakunngjørd í seinastu viku, varð staðfest, at ein av týðandi orsøkunum til búskaparligu uppgongdina seinasta árið hevur verið vøksturin í privatu nýtsluni. Niðanfyri verður nærri lýst, hvussu broyting í bústaðarprísum ávirka privatu nýtsluna og harvið eisini búskapin í síni heild, og indikatorar fyri nýtslu og tøku inntøkuna hjá føroyskum húsarhaldum benda á, at vøkstur í sethúsaprísum og menning av fíggjarmarknaðinum hanga saman við búskaparligu uppgongdini seinastu 1-2 árini.

Les meira...