Monday, April 23, 2007

Kina aftur vaksandi í heimsbúskapinum

Kina verður mangan nevnt sum ein stívur kappingarneyti, tá tikið verður fram, at inflatiónin í vesturheiminum er lág, hóast búskaparvøksturin er hampuliga góður.


Í eini bók "The World Economy" av Angus Maddison, útgivin av OECD í 2006, kann m.a. síggjast hvønn týdning kinesiski búskapurin hevur havt ígjøgnum tíðirnar.


---


Kinesiski búskapurin var í 1820 út ímóti triðingi av heimsbúskapinum. Jarðarbrúkið var tá meira framkomið og førleiki hevði størri týdning fyri leiðandi persónar enn í vesturheiminum. Síðan gekk nógv afturá og í 1950 og 1973 var kinesiski búskapurin einans 4% av heimsbúskapinum mátað í keypsorkueindum.



Síðan 1990-árini hevur búskapurin verið sera opin fyri innflutning, útflutning og útlendskar íløgur við tí úrsliti, at Kina hevur havt sera stóran vøkstur. Sum aftur hevur havt við sær, at kinesiski búskapurin í 2006 er meira enn 15% av heimsbúskapinum.


Les meira


The World Economy: v. 1 & 2


The Economist 2007-03-29 (subscribers only): Reaching for a renaissance

Labels: