Monday, May 26, 2008

Minni búskaparvøkstur komandi árini

Búskaparfrágreiðingar um komandi gongdina í alheimsbúskapinum, sum hava verið almannakunngjørdar í vár, t.d. Økonomisk Perspektiv (Apríl 2008), sum Nordea gevur út, og World Economic Outlook (Apr. 08), sum IMF gevur út, kunnu ikki kallast stuttleikalesnaður.

Roknað verður sum heild við minkandi búskaparligum vøkstri í 2008 og útlit eru eisini til, at hesin minni vøksturin fer at standa við komandi árini.

Les meira...

Labels: , , , , , , ,

Monday, May 19, 2008

Herd kapping á lánimarknaðum síðan miðskeiðis í 1980'unum og ávirkanir á búskapin


Seinastu 30 árini eru týðandi broytingar farnar fram á lánimarknaðunum í vesturheiminum. Fram til 1980’ini var kappingin á lánimarknaðunum avmarkað, við tað at almennir húsalánsgrunnar, almenn byggifeløg og sparikassar vóru høvuðsveitarar av sethúsalánum og ráðandi á marknaðunum. Eftir at ymsar lógarásetingar um veiting av sethúsalánum vórðu avtiknar fyrru helvt av 1980’unum í flestu londunum í vesturheiminum, herdist kappingin á lánimarknaðunum støðugt. T.d. var vanligt við ásetingum um hægstamark á rentu, gildistíð á lánum (afturgjaldstíð), endurfígging av lánum, krøv til eginfígging eins og møguleikarnir hjá fíggingarstovnum at hava trygd í frívirðinum vóru avmarkaðir. Bankar og aðrir fíggingarstovnar, sum vanliga ikki veittu slíka fígging fóru at veita bústaðarlán, og atgongdin til fígging av bústaðum í breiðari merking er við hesum bøtt munandi síðani tíðliga í 1980’unum. Eitt tekin um betri atgongd til fígging av bústaðum er, at samlaða nøgdin av útistandandi bústaðarlánum sum partur av BTÚ er vaksin sera nógv seinastu umleið 25 árini (sí mynd).

Les meira...