Tuesday, September 19, 2006

Íslenski virðisbrævamarknaðurin verður partur av OMX

Í dag er kunngjørt, at íslendski virðisbrævamarknaðurin helst verður partur av OMX-samtakinum í nærmastu framtíð. OMX-samtakið eigur í dag virðisbrævamarknaðirnar í Danmark, Svøríki, Finnlandi og baltisku londunum. Sostatt kemur íslendski virðisbrævamarknaðurin upp í eitt samtak, ið gevur atgongd til 80% av norðurlendsku og baltisku virðisbrævamarknaðunum.


Fyrimunirnir við, at Ísland eisini kemur upp í samtakið er, at fyritøkurnar á íslendska marknaðinum verða sjónligari. Hetta hevur við sær størri handil við virðisbrøvum, ið aftur hevur við sær betri prísseting á virðisbrøvunum.


Íleggjarar fáa við hesum eisini fleiri íløgumøguleikar, tí at atgongdin til aðrar marknaðir verður lættari. Hetta tí, at peningastovnar og meklarar fáa beinleiðis atgongd til hinar virðisbrævamarknaðirnar.


Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) hevur havt samstarvsavtalu við ICEX síðan 2004. Hetta samstarv fer at halda fram í núverandi líki. Og fáa føroysku fyritøkurnar og íleggjarnir somu fyrimunir sum teir íslendsku.


Umframt hesar fyrimunir hava føroysku virðisbrøvini tann fyrimunin, at tey eru listaði í donskum krónum. Tí eru tey meira áhugaverd hjá serliga donsku íleggjarunum. Við nýggju avtaluni kunnu danskir íleggjarar fáa beinleiðis atgongd til fyritøkurnar á VMF.


Samanleggingin er treytað av, at partaeigarnir góðkenna avtaluna, og væntandi verður avtalan undirskrivað innan november 2006. VMF eigur í dag 4,4% av ICEX partabrøvum.


Tíðindaskriv frá ICEX og OMX



les meira...



tags:

0 Comments:

Post a Comment

<< Home