Wednesday, November 01, 2006

Kappingin millum peningastovnar hevur ávirkað renturnar

Sum flestum kunnugt harðnaði kappingin á føroyska fíggjarmarknaðinum í seinnu helvt av farna ári. Serliga bjóðaðu peningastovnarnir kundum sínum nýggj og lagaligari sethúsalán til væl lægri rentu enn frammanundan. Hetta førdi við sær, at munurin millum lægstu rentu á sethúsalánum og rentuna hjá danska Tjóðbankanum minkaði munandi. Eisini er sjálvur rentumarginalurin (munurin millum innláns- og útlánsrentuna) hjá føroysku peningastovnunum lækkaður seinasta árið.

Les meira

Tags:

0 Comments:

Post a Comment

<< Home