Wednesday, November 15, 2006

Menning av fíggjarmarknaðinum ávirkar húsarhaldini

Útlánini hjá føroysku fíggjarstovnunum til føroysku húsarhaldini vóru við
endan av 3. ársfjórðingi 7,1 mia. kr. sammett við 6,3 mia. kr. eitt ár
undan. Hetta svarar til ein árligan vøkstur á 14%, sum er sami árligi
vøkstur sum í 2. ársfjórðingi. Orsøkin til hesa gongd er ivaleyst
rentulækkingin og fleiri og betri lánimøguleikar fyri góðum ári síðan.
Spurningurin er, um tað er gott, at skuldarbindingin hjá føroysku
húsarhaldunum er so mikið økt? Ilt er at svara hesum, men niðanfyri verður
víst á, at samanborið við donsku húsarhaldini eru føroysk húsarhald væl
minni skuldarbundin.

Les Meira...

0 Comments:

Post a Comment

<< Home